Ongi úrslit

Sansir vunnið fýra altjóða virðislønir

Remote Tourism, ið Sansir hevur verið við til at gjørt fyri Visit Faroe Islands, hevur vunnið fýra altjóða virðislønir á Epica Awards

Sigurjón Einarsson
9 tímar síðan

Tað regnar við virðislønum og viðurkenningum á føroyingar og føroysk virkir í hesum døgum.

Sansir, ið nýliga vann Eurobest Grand Prix fyri “Closed for Maintenance”, er aftur á einum vinnaralista hjá Epica Awards. Hesuferð við fýra virðislønum, tvær silvur og tvær, fyri átakið “Remote Tourism” – eisini fyri Visit Faroe Islands.

- Vit eru ótrúliga fegin um hesar virðislønirnar. Vit kunnu næstan ikki fáa armarnar niður í hesum døgum, sigur ein sera fegin Tór Verland Johansen, stjóri á Sansum fyri Dimmalætting.

Epica Awards skilir seg eitt sindur frá hinum í altjóða lýsingarvinnuni, tá tað er journalistar frá lýsingar- og marknaðarmiðlum kring heimin, ið døma um arbeiðið og geva virðislønir til tey bestu. Møguleikin hjá Sansum, at vinna enn fleiri virðislønir, eru eisini til staðar í kvøld, tá Grand Prix-vinnararnir verða kunngjørdir.

Í stuttum snúði “Remote Tourism” seg um at vísa Føroyar fyri øllum heiminum, nú koronafarsóttin hevur avmarkað møguleikarnar hjá ferðafólki at ferðast til lond. Tí kundi ein og hvør uppliva Føroyar úr sofuni við at stýra einum føroyingi, sum gekk ymsastaðni í Føroyum. Eins og í telduspølum kundu fólk stýra ein føroyingi, hvønn veg viðkomandi skuldi ganga, og har tey fingu frágreiðingar um støðini, ið vitjað vórðu. Hóast tað bert var ein, ið stýrdi í senn virtuella føroyingunum, so kundu øll onnur fylgja við á túrinum.

- Hetta átakið riggaði serstakliga væl. Tí er tað stuttligt, at vit nú eisini fáa viðurkenning fyri hetta arbeiðið. Tað týdningarmiklasta fyri okkum var, at hetta átakið fór at rigga, men nú er tað slett ikki so galið at fáa viðurkenning fyri tað eisini, sigur stjórin.

Átakið hevur verið nevnt í yvir 400 greinum í ymsum stórum miðlum sum til dømis í New York Times og The Guardian, har tey góvu átakinum góða umrøðu.

Tór Verland vísur á, at tað komu yvir 20 fyrispurningar til Sansir, um at gera líknandi átøk í øðrum londum í kjalavørrinum av “Remote Tourism”-átakinum. Tór Verland sigur, at hendan skipanin var sergjørd til føroysk viðurskifti, og tí valdu tey at takka nei til útlendska áhugan at menna hesa skipan til onnur lond, tí hetta hevði kravt nógva orku at menna hesa sergjørdu skipan til onnur lond eisini.

- Vit eru bara fegin saman við Visit Faroe, at yvir 700.000, ella har á leið, høvdu møguleika at “vitja” Føroyar, hóast koronafarsóttin stongdi allan heimin, sigur Tór Verland.

Mest lisið hesa vikuna

Hví sigur Landsbankin ikki alla søguna?

15. sepember kl. 12:09

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

13. sepember kl. 15:00

Løgreglan vil tosa við bilførara sum elvdi til óhapp

14. sepember kl. 09:44

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

Í gjár kl. 13:11

Fýra mans fingu bót - ein fyri at rætta løgregluni longutong

13. sepember kl. 09:12