Sanna er aftur á landsliðnum

Lea Lisberg umboðar nú annað felag, enn tá ið hon higartil hevur verið á landsliðnum

Jóannes Hansen
22. mars 2024 kl. 14:20

Nú verður av álvara talt niður til ársins fyrstu EM undankappingardystir hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti. Í februar var landsliðið á venjingarlegu suðuri á Malta. Tá vóru tveir vinadystir á skránni. Føroyar taptu 2-0 ímóti heimaliðnum og síðani 3-0 ímóti Albania.

Nú eru tveir teir fyrstu dystirnir í nýggju EM undankappingini á skránni. Tann fyrri verður á útivølli ímóti Grikkalandi. Tað verður fríggjadagn 5. apríl, og tann seinni verður týsdagin 9. apríl á útivølli ímóti Montenegro.

Signe Pries Andersen hevur boðsent 20 spælarum at vera við í hópinum. Níggju av spælarunum eru úr meistaraliðnum KÍ. Ein av teimum er Sanna Svarvardal. KÍ liðformaðurin var illa skadd í landskappingardysti ímóti EBS/Skála 19. august í fjør. Síðani tá hevur hon ikki verið á vøllinum í almennum dysti. Hon hevur áður spælt 20 landsdystir.

At Sanna nú er boðsend at vera á landsliðnum boðar frá, at hon er komin fyri seg, og at hon harvið verður við, tá ið stórsteypadysurin millum FM vinnararnar í KÍ og steypavinnararnar í NSÍ verður nú sunnudagin klokkan 15.

Merkisvert er eisini, at Lea Lisberg er aftur á landsliðnum. Har hevur hon ikki verið síðani 2022. Higartil hevur hon bara umboðað EBS/Skála, sum hon seinast spældi fyri 17. juni í fjør. Undan hesum kappingarárinum er hon flutt til Víking.

Tær 20, sum hava fingið landsliðsboð, eru hesar:

Hópurin
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Rebekka Fjallsá Benbakoura, GPO Kastorias (Grikkaland)
Valborg Østerø, B36
Rúna Jacobsen, HB
Sunniva Willemoes, HB
Fridrikka Klementsen, HB
Margunn Lindholm, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Sara Samson Laumhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Lea S. Lisberg, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Jensa K. Tórolvsdóttir, Víkingur

Dystaskráin
5. apríl Grikkaland – Føroyar
9. apríl Montenegro – Føroyar
31. mai Føroyar – Andorra
4. juni Føroyar – Grikkaland
12. juli Føroyar – Montenegro
16. juli Andorra – Føroyar

Komandi EM-undankapping fyri kvinnur verður spæld eftir einum kappingarleisti, ið ikki er royndur áður. Bara londini í deild A kunnu spæla seg beinleiðis í sjálvt endaspælið, meðan londini í deild B og C kunnu spæla seg til endaspælið umvegis tvey play-off umfør, sum verða í heyst.

Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu 2’ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti londunum, sum enda nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. play-off umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lond spæla seg í endaspælið umvegis play-off.

Sjálvt EM-endaspælið fyri kvinnur verður í Sveis frá 2. til 27. juli í 2025.