Dokumentarrøðin “Efterskolen” hevur verið at sæð á DR3, har fylgt verður við 120 tannáringum, ið fara undir eitt eftirskúlauppihald.
Nú hevur “Efterskolen” vunnið virðisløn sum besta dokumentarrøðin í Evropa á filmsfestivalinum Prix Europa
Tað skrivar Danmark Radio á heimasíðu sínari.
Fyri okkum Í Føroyum er tað serliga við hesi dokumentarrøðini tann, at føroyska Sanna Bæk Hoydal er ein av næmingunum, sum leikstjórin hevur valt at fylgja í dokumentarrøðini.
Um røðina sigur leikstjórin, Thora Lorentzen, at røðin er um lívið, sambond og tað, at vera menniskja.
- Tað er at møta kærleikanum fyri fyrstu ferð, at bjóða sær sjálvum av og at mennast í felag, sigur Thora Lorentzen millum annað um dokumentarrøðina "Efterskolen".
Dokumentarrøðin sæst her.