Sangkapping fyri børn og ung í SMS

Vinnarin sleppur í studio og at framføra á Voxbotn

Fríðmundur Nattestad
10. apríl 2024 kl. 14:15

Tey bæði næstu vikuskiftini í apríl verður SMS karmur um SMS-Vox-sangkappingina fyri børn og ung, sum eru millum 8 og 15 ár. 

Fyrireikararnir siga, at SMS-Vox er ikki bara ein kapping, men eitt stað at fagna teimum musikalsku ungu og tónleikinum.  

SMS-Vox gevur teimum ungu møguleika at framføra fyri stórari fjøld av áskoðarum í SMS. Vinnarin framførir haraftrat á Voxbotni, og vinnarin sleppur at royna seg í studio.

Tað verða tvey innleiðandi umfør. Tað fyrra innleiðandi umfarið verður leygardagin 13. apríl klokkan 15. og tað seinna leygardagin 20. apríl klokkan 15. Finalan verður leygardagin 27. apríl, eisini klokkan 15.

Dómarar í kappingini vera millum annað: Jens Marni, jórun Gudmundsson, Danny Baldursson, Edith Dahl Jakobsen og Kim Hansen

Tað verða eisini kappingar á Torginum í SMS, har áhoyrararnir hava møguleika at vinna atgongumerkir til Voxbotn og aðrar góðar vinningar.