Sandoyingar eru ikki verri fyri enn onnur

Les her, hvørjar ætlanir eru við sjúkraflutningi úr Sandoynni

Áki Bertholdsen
13. juni 2024 kl. 10:30

Sandoyingar verða ikki verri fyri enn fólk eru fleiri aðrastaðni í landinum. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Fyrsta mai gekk avtalan við ein privatan veitara um sjúkraflutningstænastu úr Sandoynni, út. Tað merkir, at í løtuni er eingin sjúkrabilur í Sandoynni. Ístaðin er tað nú sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum sum eisini røkir Sandoynna.

Tí vildi Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hava at vita, hví mismunur verður gjørdur á sandoyingum og øðrum føroyingum. Hann vísir á, at sjúkrabilar eru bæði í Vágum og í Eysturoy.

– Talan var um at niðurleggja tænastuna í Vágum, tá ið Vágatunnilin varð tikin í nýtslu, men tann ætlanin varð slept.

– Tað er skjótt at koyra í Eysturoynna, bæði úr Tórshavn og Klaksvík, men talan hevur ongantíð verið um at niðurleggja tænastuna.

– Tí kann tað undra, at sandoyingr verða viðgjørd øðrvísi og harvið fáa eina verri tænastu, sigur Jacob Vestergaard.

Margit Stórá sigur, tá ið ringt verður til 112 í dag, verða boð send á Landssjúkrahúsið, sum beinanvegin sendir sjúkrabil við bæði royndum og vælútbúnum viðgerðum, á staðið.

Starvsfólkini í sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, hava drúgvar royndir við at veita bráðfeingishjálp, eisini í at geva rættan heilivág í samráði við læknan í Sjúkrahúsverkinum, sigur hon.

– Eftir at vit hava fingið Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, er eitt arbeiði sett í verk, har ein arbeiðsbólkur, við umboðum fyri øll trý sjúkrahúsini situr og endurskoðar sjúkraflutningstænastuna í Føroyum, sigur landsstýriskvinnan.

Í hesum sambandi hevur Sjúkrahúsverkið arbeitt við at rokna resonstíðina út. Tað er tíðin frá tí at ringt verður til 112, til hjálpin er á staðnum.

– Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at responstíðirnar eru nøktandi um alt landið, eisini í Sandoynni.

– Enn er ov tíðliga at meta um responstíðina í Sandoynni út frá veruligum royndum. Tí hevur Sjúkrahúsverkið mett um responstíðina, har tað einans verður lagt upp fyri fjarstøðu og ferð.

– Arbeiðsbólkurin, sum situr við hesum arbeiðinum, er ikki liðugur enn, men mett verður, at respontíðirnar í Sandoynni verða umleið tær somu sum tær eru nógva aðra staðni í landinum, sigur Margit Stórá.

Hon sigur, at í tilbúgvingarætlanini fyri Sandoyartunnilin stendur, at er ein vanlukka har tað ikki ber til at flyta sjúklingar út ígjøgnum tunnilsmunnan á Streymoynni, men bara í Sandoynni, verða hesir møguleikar nýttir:

• Tyrlur verða nýttar til at flyta tey skaddu.

• Fyrimunur kann eisini vera at nýta tyrlur, um vanlukkan er við munnan á Streymoynni. Hetta má støða takast til í hvørjum einstøkum føri, alt eftir um tyrlurnar eru tøkar, og hvussu skjótt kann berast at.

• Um tað verður mett neyðugt, verður skip brúkt til at flyta tey skaddu frá Sandoynni til Streymoynna.

Í hesum sambandi sigur landsstýriskvinnan, at at sløkkiliðið á Sandi og Tórshavnar sløkkilið, sum vara av tilbúgvingini í tunlinum, hava avtalu um, at ein sløkkiliðsbilur skal standa klárur í einum bilhúsi á Sandi.

Landssjúkrahúsið arbeiðir við eini loysn har eisini ein sjúkrabilur verður í hesum sama bilhúsi.

Tað er Sjúkraflutningstænastan á Landssjúkrahúsinum, sum fær hava ábyrgdina av sjúkrabilinum, men sløkkiliðið á Sandi eigur bilhúsið.  

– Tá ið tørvur er á tí, skal sjúkrabilurin mannast við starvsfólki á Landssjúkrahúsinum. Í neyðstøðum - og tá ið tað ikki ber til nýta tunnilin - verður manningin flutt til Sands við tyrlu, sigur Margit Stórá.