Sandoyartunnilin letur upp 21. desember

Um tveir mánaðir verður koyrandi til Sandoynna

Ragnar Sjúrðarson
18. oktober 2023 kl. 13:26

Um tveir mánaðir, 21. desember, letur Sandoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu.

Tað váttar Teitur Samuelsen, stjóri í felagnum Eystur- og Sandoyartunlar, fyri Kringvarpinum.

Prísurin at koyra í tunlinum verður tann sami sum í Eysturoyartunlinum.