Sandoyartunnilin fekk ta seinastu góðkenningina í dag

Nú eru øll loyvi fingin til vega so at hann kann lata upp í morgin

Áki Bertholdsen
20. desember 2023 kl. 11:40

Nú er Sandoyartunnilin endaliga góðkendur til at verða tikin í nýtslu í morgin. í dag fekk tunnilin ta seinastu góðkenningina. Tað fekk hann tá ið Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava góðkent Sandoyartunnilin til almenna ferðslu.

Tað er úrslitið av eini umfatandi venjing í Sandoyartunlinum í gjár har ikki færri enn 80 fólk vóru við.

Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Sandoyartunlinum.

Men áðrenn Sandoyartunnilin kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum roynast í verki í einari stórari venjing.

Venjingin var í gjárkvøldið. Umleið 80 fólk frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Sands Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.

Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Sandsoyartunlinum.

Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Sandoyartunnilin lýkur øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Sandoyartunnilin til almenna ferðslu.