Sandavágsmenn renna frá hinum

Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag er flúgvandi. Vágamenn vunnu í sjeynda umfari í dag ein knúsandi sigur á øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag, og hava nú vunnið seg trý stig framum A-liðið hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini í landskappingini fyri feløg

Tíðindaskriv
8. februar 2021 kl. 07:30

Havnarmenn høvdu mannað seg væl á B-liðnum til dystin móti Sandavágs Talvfelag. Carl Eli Samuelsen og Luitjen Akselsson Apol mannaðu fremru borðini, á aftaru borðunum telvaðu Rógvi Mortensen og Suni Merkistein. Men alt til fánýtis. Vágamenn vóru náðileysir og vunnu á øllum borðum. 

Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen er fasta manningin hjá Sandavágs Talvfelag, og hóast tríggir spæla fótbólt í fremstu deildunum, so hava teir eisini orku til at telva ímillum allar dystirnar. Her er talan um óførar ítróttarmenn.

Havnarmenn dragna

FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag hevur ilt við at halda tørn í toppinum. Sigrarnir eru ikki so sannførandi sum hjá vágamonnum. Hóast havnarmenn høvdu mannað seg væl til dystin í dag, so var tað við bit og slit, at teir knógvaðu øðrum liði hjá klaksvíkingum.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska mátti annan dystin á rað sættast við javnleik. Ímóti sær á fyrsta borði hevði hann ein vælleikandi Terja Petersen. Hóast meira enn 500 ratingstig vóru á muni, stóð klaksvíkingurin stinnur, og hevði kanska munin í støðuni, tá ið givið varð upp fyri javnt. Og á fjórða borði tapti Sjúrður Thorsteinsson við hvíta fólkinum fyri Esbern Christiansen. Hetta kom eisini heldur dátt við, tí Sjúrður hevur meira enn 300 ratingstig fleiri enn Esbern. 

Havnarmenn gjørdu bart á miðborðunum. Olaf Berg vann á triðja borði á Ingolfi Gaard, og sum so ofta fyrr, var tað Martin Poulsen á øðrum borði, sum tryggjaði havnarliðnum sigurin. Haldur Suni Johansen, sum hevur staðið seg væl, síðan hann legði í vaðið aftur, átti av røttum av at fingið talvið javnt, men Martin er stríðsmaður við lít, og helmaði ikki, fyrr enn lúgvaði mótstøðumaðurin í fimta tíma snávaði í tekniskt jøvnum endatalvi.

Klaksvíkingar á veg

Nýggi stórmeistarin í Klaksvík, Vladimir Hamitevici, var ikki við á A-liðnum hjá klaksvíkingum í dag, tí hann er mynstraður við Norðsøka. Klaksvíkingar vunnu kortini stórsigur á kollfirðingum, sum ikki vóru so væl mannaðir í dag. Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Tummas Martin Sólsker vunnu á Bernhardi Thomsen, Hanusi Joensen og Rógva Mørkøre, men á triðja borði eydnaðist strandinginum Eivindi Jacobsen at fáa remis móti Steintóri Rasmussen.

7. umfar (7. februar)

Havnin B - Sandavágur 0-4

Havnin A - Klaksvík B 2½-1½

Klaksvík - Kollafjørður3½-½

Støðan í 1. deild:

1. Sandavágur 20½ stig

2. Havnin 17½

3. Klaksvík 15½

4. Klaksvík B 11½

5. Kollafjørður 9 ½

6. Havnin B 9 ½

Vestmenningar suverenir

Hóast trý umfør eru eftir í landskappingini, er leiðslan hjá vestmenningum í 2. deild nú so mikið trygg, at uppflytingin í 1. deild fer neyvan at svitast.

Í dag vunnu vestmenningar stórsigur 3½-½ á góðu ungdómsmanningi hjá Klaksvíkar Talvfelag. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, Martin Brekká og Alfred Olsen. Klaksvíksunglingarnir vóru Janus Skaale, Heðin Gregersen, Einar Gregersen og Flóvin M. Tummasarson.

Sandavágsmenn vunnu á kollfirðingum, og botndystin vunnu havnarmenn á runavíkingum. Úrslit og støðan í 2. deild:

2. deild (7. umfar)

Vestmanna - Klaksvík 3½-½

Kollafjørður - Sandavágur 1½-2½

Runavík. - Havnin 1½-2½

Støðan 2. deild

Vestmanna 22

Sandavágur 14

Kollafjørður 14

Klaksvík 13½

Havnin 13

Runavík 7 ½

Dystirnir í 3. deild og unglingadeildini verða komandi vikuskifti.

Dystirnir í áttanda umfari í 1. deild verða 21. februar. Tá eru dystirnir hesir: Sandavágur - Klaksvík A, Kollafjørður-Havnin A og Klaksvík B - Havnin B.

Tíggjunda og síðsta umfar verður 13. mars

Kelda: Suni Merkistein/Talvsamband Føroya