Fólkaatkvøða um fría fosturtøku var í San Marino sunnudagin. Her segði ein greiður meiriluti á 76 prosent av veljaranum ja til at gera tað lógligt at fremja fosturtøku fram til 12. viku.
Tí er líkt til, at 150 ára gamla lógin, ið forbjóðar hesum, verður sett úr gildi.
Sostatt legst San Marino afturat teimum katólsku londunum, sum gera fría fosturtøku lógliga undir ávísum umstøðum, hóast tann katólska kirkjan er sterkt ímóti hesum uppskotinum.
Í lógaruppskotinum, sum nú er atkvøtt fyri, stendur, at tað skal verða lógligt at fremja fosturtøku fram til 12. viku, og eisini seinni, um sálarliga ella kropsliga heilsan hjá kvinnuni er í vanda.
Orsøkin til fólkaatkvøðuna sunnudagin var, at 3.000 fólk høvdu skrivað undir eina áheitan til myndugleikarnar, um at fáa eina fólkaatkvøðu um hetta málið. Umleið 65 prosent av hesum vóru kvinnur.
Áður hava kvinnur í San Marino ferðast til grannalandið Italia fyri at fáa fosturtøku.
Heimsins elsta og minsta lýveldi, San Marino, hevur 33.000 íbúgvar.