Samuel Chukwudi verður leigaður í fyrstu atløgu

Union St. Gillois leigar í fyrstu syftu unga miðverjan úr HB, ið kann skriva undir ein fýra ára sáttmála í summar. Ein skaði ger, at Union SG aftrar seg við at skriva sáttmála við Samuel Chukwudi her og nú

Sigurjón Einarsson
31. januar 2022 kl. 12:21

18 ára gamli HB-miðverjin Samuel Chukwudi skrivaði í gjár undir leigusáttmála við Royale Union Saint-Gilloise, vanliga bara kallað Union SG, sum spælir í bestu deildini í Belgia.

Belgiska felagið skal brúka næsta hálva árið til at meta um, hvørt tað er ráðiligt at skriva undir við Samuel Chukwudi, sum hevur verið nakað darvaður av skaðum.

Gongur alt sum ætlað, so verður endaligi sáttmálin millum Samuel Chukwudi og Union SG undirskrivaður í summar. Treytirnar í tí sáttmálanum er longu avtalaðar, eitt nú at talan verður um fýra ára sáttmála.

Viðurskiftini millum HB og Union eru eisini avtalað frammanundan, tað verið seg viðvíkjandi skiftisgjaldinum (transfer fee), sum Union skal rinda HB fyri føroyska miðverjan – mest trúligt eitt er talan um eitt ávíst gjald í summar og eitt ávíst prosent av skiftisgjaldinum, sum Union fær, skuldi felagið seinni selt Samuel Chukwudi til annað felag.

Skaði ger Union varið
Samuel Chukwudi hevur seinastu tvær vikurnar verið í Gillois, sum er ein býarpartur í Brússel. HB-miðverjin hevur leingi verið darvaður av skaða í knøunum, men er komin væl fyri seg aftur. Ikki betur enn so kortini, tí í Belgia hevur hann bert vant treystivenjingar innandura. Sjálvur sigur Samuel, at hann er útvið at vera heilt klárur aftur.

Men tað er óvissan, sum hongur uppivið skaðanum, sum ger, at Union hevur aftrað seg við at skriva endaligan sáttmála við Samuel longu nú. Tí gevur leigusáttmálin felagnum møguleika at standa fyri endaligu endurvenjingini, men samstundis at síggja Samuel á vøllinum, í fyrsta umfari á U21-liðnum, áðrenn felagið tekur avgerð um endaliga sáttmálan.

– Eg eri sera væl nøgdur við umstøðurnar her og eisini við fólkini í felagnum, sum eg havi havt samband við, sigur Samuel Chukwudi við dimma.fo úr Gillois.

Union SG er feeder felag hjá Brighton
Samuel er ein lítillátin og ungur maður, men hann hevur tó ongantíð dult fyri, at hansara mál er at spæla í ensku Premier League, og tí gevur tað meining at skriva undir við Union SG í summar, gongur alt væl. Union er kanska ein hóskandi lopfjøl til Premier League.  

Fyri umleið fýra árum síðani keypti onglendingurin Tony Bloom meirilutan í Union St. Gillois, og Bloom eigur eisini enska Premier League-felagið Brighton & Hove Albion, har hann eisini er stjóri. Við gongdini innan altjóða fótbóltsvinnuna í dag, so man lítil ivi vera um, at Brighton-eygleiðararnir hava havt meira enn eitt eyga við Samuel í sambandi við sokallaðu scoutingina av honum til Union.

Í dag letur flytingarvindeygað aftur, og lesa vit í enskum miðlum, so ger Brighton helst ein sáttmála við leikara úr Union SG í dag. Talan er um týska leikaran Deniz Undav, sum er toppskorari í belgisku deildini. Hann hevur í alt skorað 35 mál í 48 dystum fyri Union SG, síðan hann kom úr týska felagnum Meppen, ið spælir í lægru deildunum.

Eisini hevur Brighton sent leikarar til Union, so teir kunnu fáa spælitíð.

Men ungi HB-miðverjin fer ikki upp at flákra av hesum kortini.

– Hatta hugsi einki um beint nú. Nú skal eg miðsavna meg um at gerast so fullførur aftur, at eg kann spæla og gera mítt besta fyri Union, sigur Samuel Chukwudi við dimma.fo.

Søguríkt felag
Union St. Gilloise, ella bara Union SG, er kanska ikki so kent millum føroyingar. Við 11 meistarheitum er hetta felagið tað, sum hevur vunnið triðflest belgisk meistaraheiti. Vit skulu tó heilt aftur til 1935 fyri at finna seinasta meistarheitið.

Felagið hevur spælt í næstfremstu deildini í fleiri ár. Men í fjør eydnaðist teimum at vinna deildina, og harvið flyta upp í fremstu deildina.

Hetta fyrsta árið í bestu deildini hevur verið heilt gott, tí Union hevur tikið øll á bóli, og liggur í skrivandi stund nummar eitt í fremstu deildini í Belgia, Jupiler Pro League – heili sjey stig frammanfyri stórfelagið Club Brugge.

Sambært www.faroesoccer.com, so hevur Samuel Chukwudi spælt 29 dystir í Betri-deildini fyr HB og 20 unglingalandsdystir – av teimum eru sjey dystir á U21-landsliðnum, tann fyrsta í 2020 bert 17 ára gamal.