At spæla á landsliðnum er dreingjadreymur. Í næsta mánað verður hann 21 ár, og hann hevur tvær ferðir verið á landsliðnum. Tað var á heysti í 2022, tá ið fleiri ungir spælarar fingu møgulekan í venjingardystum ímóti Kekkia og Kosovo.
Samuel Johansen Chukwudi hevur áður roynt seg í belgiskum fótbólti, men higartil hevur yvirskriftin yvir fótbóltin hjá evnaríka verjuspælaranum verið, at hann aftur og aftur og í longum skiftum hevur verið skaddur.
Nú er hann av álvara komin fyri seg, og seinastu ferðirnar hevur hann saman við Bartal Wardum verið í HB miðverjuni. Í morgun fingu teir báðir landsliðsboð.
-Tað gongur væl í HB, og høvuðsorsøkin er nýggja venjaratoymið. Eisini fysiski venjarin ger stóran mun, og eg haldi meg í einum og øllum til tað, sum hann gevur boð um, sigur Samuel Johansen Chukwudi í FSF húsinum, tá ið tað var alment, at hann er við í 24 manna hópinum, sum fyrst í næsta mánaði fer at spæla í Baltic Cup.
Samuel Johansen Chukwudi dylur ikki, at hann framvegis droymir um at fara aftur av landinum at royna, hvussu langt fótbóltsevnini kunnu røkka:
-Í fyrsta lagi snýr tað seg um at vinna FM og steypakappingina við HB. Sáttmálin við HB er galdandi fram til á sumri í 2025. Hvussu tað so verður, veit eg ikki, men dreymurin er at sleppa av landinum, og tað hevði ikki verið so galið, um dreingjadreymurin um at spæla við Manchester United verður veruleiki, sigur Samuel Chukwudi við einum smíli.