Tá suðurkoreanski tøknirisin, Samsung, í farna mánað kunngjørdi nýggju røðina av snildfonum, Galaxy S24, avdúkaði fyritøkan eisini, at ein snildringur - Galaxy Ring - var ávegis. Onki ítøkiligt dato var tó sett á útgávudagin.
Nú sigur suðurkoreanski miðilin, ETNews, seg vita, at Samsung fer at hava eitt tiltak, sum kallast Galaxy Unpacked 2024 Part 2, í seinnu hálvu av juli. Tá er ætlanin, at hesin nýggi snildringurin skal koma á marknaðin.
Mett verður, at snildringurin millum annað fer at kunna nýtast til at máta puls, súrevni í blóðinum og svøvn. Tað fer eisini at bera til at gera kontaktleysar gjaldingar við ringinum, og at, í ein ávísan mun, stýra snildfonum, sum eru bundnar til ringin.