Samstarv millum Sement og SPOT Festival

Høvuðsvinningurin á Sement 2023 verður at spæla á SPOT Festivalinum, sum er størsta showcase í Danmark

Tíðindaskriv
16. desember 2022 kl. 11:08

- Hetta er stórt! Vit hava allatíð havt eitt ynski um at fáa føroyskan tónleik út í verðina, og SPOT Festivalurin er tað perfekta amboðið, sigur Hergeir Staksberg fyri- og samskipari av Sement.

- Vit á Tórsgøtu trúgva uppá, at samstarv er vegurin fram. Og tað er eisini takkað verið góðum samstarvi við Glenn Larsen hjá FMX og SPOT Festivalin, at vit hava fingið hesa avtaluna í lag. Hevði eg enn verið aktivur innan tónleik, so hevði eg ikki ivast í at melda meg til Sement, tí hesin møguleikin er so mikið góður, at mann má taka av, sigur Hergeir Staksberg.

- Mær vitandi var tað eisini SPOT, sum var byrjanin til tónleikakarrieruna hjá Teiti Lassen, so hetta er ikki bara bara, sigur Hergeir.

Lopfjøl til altjóða marknaðin
Glenn Larsen frá FMX er samdur við Hergeiri.

- Hetta er eitt ótrúliga spennandi samstarv, sigur Glenn Larsen, leiðari hjá FMX.

- SPOT er størsti showcase festivalurin í Danmark, sum eisini er fantastisk reklama fyri føroyskar tónleikarar. Vit eru sjálvandi ótrúliga fegin um samstarvið. Hetta ger eisini Sement meir aktuelt enn nakrantíð áður. Tað er ofta á Sement, at vit síggja framtíðina innan tónleik. Og nú fáa føroyingar eina lopfjøl til eina tónleikakarrieru beint eftir Sement finaluna, sigur Glenn Larsen.

SPOT gleðir seg til føroyska íkastið
Tá vit spyrja sekretariatsleiðarin hjá SPOT, Gunnar K. Madsen um nýggja samstarvið, svarar hann:

- SPOT hevur eina langa siðvenju í at samstarva við føroyskt tónleikalív. Ein rúgva av framúrskarandi føroyskum tónleikarum hava fingið eina stóra áskoðarafjøld á Spot, eins og fleiri føroyskir tónleikarar hava brúkt SPOT sum eina lopfjøl víðari út í heimin.

- Vit gleðast yvir tað góða samstarvið millum føroyska tónleikalívið og SPOT. Og vit gleða okkum til at kunngera nýggj føroysk nøvn frá tí produktiva og kreativa oyggjasamfelagnum í norðuratlantinum, sigur Gunnar K. Madsen.

Spot Festivalurin er 5. og 6. mai í Aarhus. Skráin er ein sunn blanding av tí besta og nýggjasta, sum Danmark og norðurlond hava at bjóða. Hetta er ein festivalur, sum gevur innlit í núverandi og komandi trend innan tónleikaheimin.

Tilmelding fer fram á https://torsgota.fo/sement/