Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, og uttanríkisráðharrin í Russlandi, Sergej Lavrov, hava í morgun verið í samráðingum um frið í Ukraina.
Fundurin er liðugur og endaði úrslitaleysur.
Tað er uttanríkisráðharrin í Turkalandi, Mevlut Cavusoglu, ið stendur fyri samráðingunum, sum samstundis vóru tær fyrstu á so høgum stigi, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina tann 24. februar.
Friðarsamráðingar millum russisku og ukrainsku stjórnina eru í trimum umførum endaðar úrslitaleysar, og politiskir viðmerkjarar ivaðust eisini í, um nakað ítøkiligt fór at koma burturúr fundinum millum uttanríkismálaráðharrarnar, tí krøvini frá russiskari síðu eru høg.
Kuleba sigur, sambært Reuters, at partarnir ikki gjørdu nøkur framstig í royndini at fáa vápnahvíld í Ukraina.
Ukrainski uttanríkismálaráðharrin er tó ikki avvísandi fyri einum nýggjum fundi millum partarnar.
Turkiski uttanríkisráðharrin, Mevlut Cavusoglu, royndi seg í morgun sum samráðingarleiðari millum russisku og ukrainsku stjórnina. (Mynd: EPA-EFE)
Reuters skrivar, at Sergej Lavrov brúkti fundin til at minna Ukraina á, at Russland hevur lagt síni uppskot fram, fyri at loysa stríðið.
Krøvini frá russiskari síðu eru, at Ukraina skal gera broytingar í stjórnarskipanini, sum ger tað ómøguligt hjá Ukraina at fara upp í nakra altjóða samgongu. Ukraina skal viðurkenna Krim-hálvoynna sum ein partur av russiskum øki og samstundis viðurkenna Donetsk og Lugansk sum sjálvstøðugar statir.
Lavrov sigur, at Vladimir Putin er sinnaður at hittast við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, fyri at skifta orð um nøkur sermerkt evni.
Russiski ráðharrin leggur afturat, at hermálsligu tiltøkini í Ukraina halda fram, og hann heldur eisini, at vesturheimurin uppførir seg hættisliga í hesum stríðnum millum Russland og Ukraina.
Ukraina sleppur ætlanini at gerast partur av Nato
Tað er líkt til, at Ukraina er í holt við at sleppa ætlanini at gerast partur av Nato, og tað er eisini líkt til, at Ukraina er sinnað at finna eina semju viðvíkjandi Krim og fólkalýðveldini Donetsk og Lugansk, ið liggja í eystara parti av Ukraina. Tað kom fram í samrøðu, sum ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevði við amerikanska miðilin, ABC News. Her viðurkendi ukrainski forsetin, at krøvini frá russiskari síðu kundi verða gingin á møti.
– Viðvíkjandi Nato, so havi eg slept hesi ætlanini. Soleiðis sum eg havi skilt tað, so er Nato ikki sinnað at limað Ukraina inn í verjusamgonguna, segði Zelenskyj við ABC News.
Sambært honum, hevur Nato víst, at verjusamgongan er afturhaldin við at taka umstriddar avgerðir og eru ov stúrin fyri einari konfrontatión við Russland.