Samráðingarnar eru slitnaðar

Arbeiðsgevararnir hava boðsent semingsstovninum, uttan at Starvsfelagið visti av, sigur felagið

Starvsfelagið
31. oktober 2024 kl. 18:02

Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála eru slitnaðar.

Partarnir løgdu síni krøv fram 8. oktobur, og síðani hava 6 samráðingarfundir verið millum partarnar.

Samráðingarnar hava gingið væl, men tá tað sá út til at koma á mál, kom stígur í, og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið boðsendu semingsstovninum.

Meira kunning um hetta kemur seinni.