Tað er næstin eingin framdrift í samráðingunum ímillum Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar sum sigla við skipunum hjá Strandferðsluni.
Tað sigur Arnfinn Berg, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Hann sigur, at tey hava samráðst síðani í septembur, men at tað er framvegis langt ímillum partarnar á avgerðandi økjum.
Men hann leggur dent á, at samráðingarnar eru ikki slitnaðar og tað gongur kanska tann rætta vegin - tó at tað gongur ómetaliga seint.
Ein fundur skuldi vera beint fyri páskir, men hann var av ongum. Kortini hava partarnir skrivað saman, men hann væntar at fáa fundarboð aftur nú eftir páskir.
Men fyri páskir helt hann fyri, at kemur ikki meiri ferð á nú, nærkast tað av álvara, at tey mugu ásanna, at tað ber ikki á mál og so má semingsmaðurin boðsendast.
Sáttmálin gekk út 1. oktobur í 2022, men tey stóðu rættiliga aftarliga í bíðirøðini eftir at sleppa til samráðingar, so tey máttu bíða eftir tørni tað mesta av 2023. Og so varð løgtingsval og so máttu tey bíða upp aftur longri, men nú hava tey samráðst síðani í septembur.
Og fyri páskir segði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, at einaferð koma tey hartil til, at vit mugu senda boð eftir semingsmanninum. Og tann dagurin er ikki langt burtur, legði hann afturat.
Í samráðingunum eru tað nøkur viðurskifti, Maskinmeistarafelagið leggur stóran dent á at fáa í rættlag, segði Arnfinn Bech við www.dimma.fo beint fyri páskir.
Eftir sáttmálanum arbeiða fastløntu maskinmeistararnir hjá hjá Strandferðsluni 91 tímar í eina viku og hava so frí í eina viku.
– Men bróta teir vakt og fara til arbeiðis, tá teir annars hava frí, fáa teir bara 25 prosent afturat oman á føstu lønina, og hetta er ein av stóru knútunum í samráðingunum, sigur Arnfinn Bech.
Maskinmeistarafelagið krevur nevniliga fult endurgjald fyri mista frítíð, og tað er 100 prosent og ikki bara 25 prosent, sigur hann.
- Vanliga arbeiðstíðin hjá einum maskinmeistara hjá Strandferðsluni er 2.366 tímar um árið.
– Tað er meira enn 45 tímar um vikuna og væl meira, enn vanliga arbeiðstíðin hjá flest øllum fólki á landi.
– Siglandi maskinmeistarar mugu eisini ofta vera umborð ein part av tíðini, teir hava frí, so tað minsta, tú kanst vænta tær, er, at frítíðin veruliga verður vird.
Eini onnur viðurskifti, Maskinmeistarafelagið vil hava í rættlag, er skipanin við føstum avloysarum hjá Strandferðsluni.
– Teir skulu vera tøkir 2.366 tímar um árið, men í roynd og veru hava teir ikki trygd fyri einum einasta arbeiðstíma. Slíkar arbeiðstreytir kann ongin standa modell til, sigur Arnfinn Bech.
Sáttmálarnir við SEV, KAF,Vørn,Jákup Sverra, Strandfaraskip Landsins og alment settar á landi eru uppsagdir til 1. oktobur 2022 og tí skuldu hesar samráðingar byrjað 1 oktobur. Vit fyngu at vita, at vit vóru ikki fremst í køðini til at byrja samráðingar og skuldu tí fáða boð aftur tá okkara tørn var.
Sum øllum kunnugt, bleiv val útskrivað til 8. desembur og í tí sambandi fingu vit boð um, at allar samráðingar vórðu niðurlagdar inntil nýtt landstýrið hevði tikið við.
Vit hava meiri um hetta um eina løtu - og tað eru tíðindi, sum hava serligan týdning fyri suðuroyingar