Sáttmálasamráðingarnar millum Starvsfelagið, lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hildu fram allan dagin í gjár, mikudagin, og arbeiðslagið er gott.
Partarnir hava nú gjøgnumgingið krøvini hjá hvørjum øðrum, so vit hava eina felags fatan av, hvat tað er, sum er á samráðingarborðinum.
Næsti samráðingarfundur verður mánadagin 21. oktobur, men áðrenn tann fundin fara hava partarnir hvør í sínum lagi at viðgera støðuna og gera tær neyðugu metingarnar, sum skulu til fyri at koma víðari.
Tá eitt møguligt uppskot um semju fyriliggur, verða álitisfólkini á hesum báðum sáttmálaøkjum kallaði inn á fund, har uppskotið verður lagt fram. Eftir hetta, er tað upp til nevndina í felagnum at taka endaligu støðuna.
Meira verður at frætta um gongdina, so hvørt sum sáttmálasamráðingarnar fara fram, skrivar Starvsfelagið í dag.