Heimasíðan hjá Fiskimálaráðnum skrivar, at hesa vikuna verða samráðingar millum strandalondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild fyri 2022 í London. Harumframt fara innleiðandi samráðingar millum Føroyar og Bretland í næstu viku - um sínámillum fiskirættindi fyri 2022.
Stóru politisku málini fyri allar tríggjar uppsjóvarstovnarnar eru framtíðar býtini millum strandarríkini, og at áseta mest loyvdu veiði fyri 2022, skrivar heimasíðan.
Eisini verður á skrá at seta vísindaligar bólkar fyri bæði makrel og svartkjaft, ið skal savna saman alt taltilfar viðvíkjandi vísindaligum rannsóknum og fiskiskapi í felags frágreiðingar, eins og tað verður árliga gjørt viðvíkjandi norðhavssild. Slíkar frágreiðingar verða nýttar í samráðingum um framtíðar býtini.
Innleiðandi samráðingarnar millum Føroyar og Bretland, um sínámillum fiskirættindi fyri 2022, vóru longu í gjár mánadagin, og her vóru londini bæði samd um týdningin at hava skipaði viðurskifti millum partarnar á fiskivinnuøkinum.
Fyrsta samráðingarumfar millum Føroyar og Bretland verður í Føroyum væntandi í seinnu hálvu av november mánaði, har høvuðsmálini verða at býta kvotur sínámillum, atgongd viðvíkjandi uppsjóvarfiski og samstarv hesum viðvíkjandi.