"Sammóðir" ársins orð

Av teimum 10 uppskotunum, ið dómsnevndin hevði at velja millum, valdi hon orðið "sammóðir". Øll hini níggju uppskotini høvdu okkurt við koronu at gera

Steinar Patursson
17. desember 2021 kl. 10:50

Tað er nú greitt, at orðið ”sammóðir” er ársins orð í ár.

Tað var í morgunsendingini hjá Kringvarpinum, at ársins orð skuldi almannakunngerast, og dómsnevndin valdi so, at av teimum 10 orðunum í uppskoti, var tað orðið ”sammóðir”, ið skuldi vera ársins orð.

Uppskotini til ársins orð komu frá einum tráði á Facebook vanganum hjá morgunsendingini, og fleiri enn 100 uppskot komu inn tann vegin.

Síðani hevur Málráðið kókað innkomnu uppskotini niður í 10 uppskot, ið dómsnevndin hevði at velja ímillum.

Av teimum 10 orðunum í uppskoti, høvdu níggju teirra okkurt við koronu at gera. Orðini vóru álit, koppseting, koronupass, negativur, positivur, prik, smitta, smittutøl, tilmæli og at enda sammóðir.

Uppskotini til ársins orð komu frá einum tráði á Facebook vanganum hjá morgunsendingini, og fleiri enn 100 uppskot komu inn tann vegin.

Hetta er annað árið á rað, at korona setir dám á ársins orð, tí ársins orð í fjør var ”sóttarhald”.

Tey trý í dómsnevndini hava eftir øllum at døma ikki mett, at neyðugt varð við einum nýggjum koronuorði, tí valið hesaferð fall á sammóðir.

Tey trý í dómsnevndini eru Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, forkvinna í felagnum Føroyamál.

Tað er sættu ferð, at KvF saman við Málráðnum kjósar ársins orð. Hini árini hava ársins orð verið:

2016: Hjúnabandslóg

2017: Fiskivinnunýskipan

2018: Ræstkjøtaburgari

2019: Heimafriður

2020: Sóttarhald