Samla undirskriftir inn til Dennis Holm

 Fólk í Hesti vilja ikki verða bumbað 50 ár aftur í tíðina - heldur ikki í tríggjar mánaðir

Hendan vilja tey í Hesti ikki síggja har úti
Áki Bertholdsen
20. november 2023 kl. 09:39

Fólk í Hesti eru nú farin at samla undirskriftir inn til Dennis Holm landsstýrismann í samferðslumálum. Orsøkin til innsamlingina er, at ætlanin er, at Jósup skal sigla upp á Hest í tríggjar mánaðir ímeðan Erla Kongsdóttir er á beding.

Sum er, røkir Teistin siglingina út í Hest afturat sandoyarsiglingini.

Men um ein mánað verður koyrandi ígjøgnum Sandoyartunnilin og tá gevst Teistin.

Í tí sambandi ætlar Strandferðslan at Erla Kongsdóttir skal røkja siglingina upp á Hest. Men hon er á beding við tekniskum breki og tað tekur so langa tíð at útvega eykalutir, at hon fer ikki í sigling aftur fyrr enn í mars-apríl.

Og til tá er ætlanin, at Jósup skal røkja siglingina út í Hest, tí Teistin verður mettur at vera alt ov stórur til hesa siglingina.

Ætlanin hevur verið at selja Teistan, men Strandferðslan mælir til at varðveita hann í flotanum og at hava hann sum eykaskip. Erla Kongsdóttir var ætlað at vera eykaskip, men verður hon sett í fasta rutu, verður hon ikki eykaskip og so stendur Strandferðslan aftur á berum við ongum eykaskipið.

Men tað dámar hestfólki ikki.

Vit vilja við hesum staðiliga heita á teg um at steðga niðurlaðingini av hestleiðini, siga tey, sum hava tikið stig til adressuna, ið 219 fólk hava skrivað undir higartil.

– Ein niðurlaðing sum bara tykist at standa við og versna, og sum so líðandi køvir alt lív í oynni. Kemur ikki vend í, verður skjótt øskukalt í Hesti, siga tey.  

– At seta Jósup í sigling á Hestleiðini er sera óheppið. Báturin tekur ikki bilar, og hann hóskar ikki til illa gongd og fólk við rørslutarni. Eisini er avmarkað, hvat Jósup tekur av farmi.  

­– Við at seta Jósup í sigling um Hestfjørð verður oyggin bumbað 50 ár aftur í tíðina. Meðan tunlar eru boraðir og títtleikin á rutusambandinum til so at siga allar aðrar oyggjar er øktur, gongur tað beint øvugtan veg við Hestleiðini.

Tey siga, at síðani 2016 hava tey í Hesri mist útvið 40 prosent av túrunum á leiðini, og ferðasambandið er so vánaligt, at tað ikki longur ber til at búgva í oynni og arbeiða ella ganga í skúla aðrastaðni.

­­– Tí er fullkomiliga óskiljandi, at oyggin enn eina ferð skal knúskast, siga tey  

Tí heita tey á Dennis Holm um at gevast við at niðurlaða ferðasambandið á Hestleiðini og at tryggja, at Teistin ikki verður fluttur av Hestleiðini fyrr enn annað hóskandi skip er útvegað til leiðina

Somuleiðis heita tey á hann um at veita vissu fyri, at ein nýggj, hóskandi ferja á Hestleiðini hevur eina ferðaætlan, sum ger, at tað ber til at búgva í Hesti.

Í Løgtinginum hevur Dennis Holm lovað, at tey í Hesti fáa so gott ferðasamband, at tað skal bera til at búgva har og at kunna arbeiða, ella ganga í skúla í Havn - og kunna møta klokkan átta um morgunin.

Tað kanst tú lesa meiri um her: https://www.dimma.fo/grein/ferdafolkatalid-ut-i-hest-vaks-40-prosent