Samla undirskriftir inn ímóti ímóti eini ætlan hjá samgonguni

Trý feløg, sum umboða sjómenn, standa fyri tiltakinum og higartil hava fleiri hundrað fólk skrivað undir

Áki Bertholdsen
25. november 2023 kl. 13:59

Hetta er ikki rímuligt og rættvíst, tá ið hugsað verður um, at vit skapa inntøkur fyri eina milliard til føroyska samfelagið um árið.

Tað siga Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Føroya Fiskimannafelag og felagið fyri Føroyskar fiskimenn uttanlands, FFU.

Sostatt mótmæla tey ætlanini hjá samgonguni at niðurlagað sjómannafrádráttin og frádráttin hjá fiskimonnum við útlendskum skipum.

Og nú hava hesi trý feløgini eisini tikið stig til at samla undirskriftir fyri at fáa fólk at skriva undir upp á, at tey mótmæla ætlanini.

Í løtuni, nú tíðliga seinnapartin leygardagin, hava væl yvir 600 fólk skrivað undir.

Tey átalað, at tey skulu revsast við einum skattasmekki, sum tey kalla tað.

– Hetta er ikki rímuligt og rættvíst, tá ið hugsað verður um, at vit skapa inntøkur fyri eina milliard til føroyska samfelagið um árið - og at vit gjalda skatt, avgjøld, eins og øll onnur í samfelagnum, siga tey.

– Munurin er, at vit hava valt eitt starv í útlandinum, ella á einum útlendskum arbeiðsplássi, eitt nú tí at hesi arbeiðspláss ikki finnast í Føroyum, ella tí at løn og arbeiðstreytir eru munandi betri enn í Føroyum, siga tey trý feløgini.

Tey siga, at uttanlandsfrádrátturin og samdøgurfrádrátturin, viga upp ímóti, at tey eru nógv burtur frá familju, umframt fyri ferðaútreiðslur, hotel, og annað

Tey siga, at tey starvast á einum altjóða arbeiðsmarknaði og ætlar samgongan at gera teirra lønar- og arbeiðsumstøður verri, er tað heilt vist, at tað verða fleiri, sum fara at flyta úr Føroyum.

– Tá verður lítið vunnið hjá landinum, siga tey.