Kríggið ímillum hamas og Ísrael harðnar alsamt og talið á sivilum, sum liggja eftir á, veksur skjótt. Og nú er tey í Amnesty í Føroyum farin at samla undirskriftir inn fyri at krevja vápnahvíld.
– Talið á sivilum, sum liggja eftirá í Gaza, veksur við ørandi ferð mitt í teimum náðileysu ísraelsku loftálopunum, sigur Amnesty.
– Ísraelsku álopini eru aftursvar upp á tey ræðuligu álopini hjá Hamas, og øðrum vápnaðum bólkum, á Ísrael, har ið 1.400 lógu eftiri á, og fleiri vanlig fólk vóru tikin til burturflutt, sigur Amnesty.
Tey vísa á, at yvir 6.500 fólk, tey flestu sivil, eru deyð í Gaza, ofta undir ólógligum álopum, har munur ikki verður gjørdur á sivilum og hernaðarligum málum.
– Meira enn triðingurin av teimum særdu í Gaza eru børn, og óteljandi lík liggja framvegis undir húsaleivdunum.
Í minsta lagi 200 ísraelskir gíslar, sum Hamas, og aðrir vápnaðir bólkar, hava tikið, eru framvegis í vanda, og tey áhaldandi rakettálopini inn í Ísrael, har munur heldur ikki verður gjørdur á sivilum og hernaðarligum málum, setir eisini vanlig fólk í vanda.
Tey í Amnesty í Føroyum vísa eisini á, at nú mngla yvir tvær milliónir fólk í Gaza bæði vatn, mat og brennievni og meira enn tvær milliónir fólk stríðast fyri at koma undan við lívinum.
– Álvarslig brot á fólkarættin, eisini krígsbrotsverk, hjá øllum teimum stríðandi pørtunum, halda á við sama lag.
Tey í Amnesty halda, at vit tí eiga at krevja vápnahvíld tí tað hevði steðgað teimum ólógligu álopunum hjá øllum pørtum, og hjálparfelagsskapir høvdu sloppið framat við lívbjargandi neyðhjálp, vatni og sjúkraveitingum at linna ta ófatiligu menniskjaligu líðingina.
– Eisini høvdu sjúkrahús kunnað fingið alneyðugan lívbjargandi heilivág, brennievni og útgerð og kunnað umvælt illa farnar deildir.
– Við vápnahvíld fæst eisini høvi at samráðast um at fáa gíslarnar leyslatnar, og krígsbrotsverk hjá øllum pørtum kunnu verða kannað við óheftum altjóða kanningum.
– Meiri enn nakrantíð áður hevur tað bráðskund at loysa tær grundleggjandi orsakirnar til stríðið við at avtaka ísraelsku apartheidskipanina, sum er smoygd niður yvir palestinar, sigur Amnesty.