Samla undirskriftir fyri at leggja trýst á Tórshavnar Býráð

Tey heita staðiliga á býráðið um at fáa viðurskiftini í rættlag

Áki Bertholdsen
13. mars 2024 kl. 15:24

Nú er nakað síðani, at ein kanning varð almannakunngjørt har úrslitið var, at vandamiklar og mótstøðuførar bakteriur frá septiktangum og kloakkum, vóru í sjónum og í hylum í Sandagerði og Yviri við Strond.

Hetta hevur loypt hvøkk á fólk, serliga tey, sum plaga at svimja á sjónum og tey, sum plagdu vera í mølini við óvitum.

Og nú hava fólk tikið stig til at samla undirskriftir, sum skulu handast Tórshavnar Býráði. Tey siga, at tey heita staðiliga á býráðið um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Hetta eru kvinnur, sum plaga at svimja á sjónum í Sandagerði og tey siga, at tey eru ørkymlaðar, nú vit frætta at sera vandamiklar bakteriur eru funnar á sjónum framvið Argjalandinum og úti við Strond. 

­­– Vit vilja staðiliga heita á Tórshavnar kommunu um at fáa kloakkirnar í rættlag sum skjótast, siga tær í stuttari viðmerking í sambandi við innsamlingina. 

Nú, seinnapartin í dag, hava 130 fólk skrivað undir, og tað sæst í viðmerkingunum, at tað eru langt frá bara fólk, sum plaga at svimja á sjónum, sum hava skrivað undir. 

Og sum heild fær Tórshavnar býráð hvassorðaðar viðmerkingar við á vegnum.

Tað er óskiljandi, og stór skomm, at Føroya størsta og ríkasta kommuna, ikki tryggjar eina so grundleggjandi veiting til borgarar sínar, er tað ein, sum skrivar.

Onnur skriva at tey vilja fegin halda fram at kunna brúka Sandagerð uttan at gerast sjúk. 

– Eg skrivi eisini undir, tí eg dagliga gjøgnum allan veturin síggi børn spæla á sandinum og í sjónum og ósanum. Tað kann ikki vera rætt, at einasta strondin í býnum, sum 100vís av fólkið brúkar hvønn dag, skal vera so dálkað. Tað er stutt sagt ikki siviliserað, skrivar ein annar.