Samkensluskriv frá løgmanni

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sent samkensluskriv til bretska forsætisráðharran í samband við at Elizabeth Drotning II andaðist í gjár

Sigurjón Einarsson
9. september 2022 kl. 11:53

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur sent samkensluskriv til bretska forsætisráðharran í samband við at Elizabeth Drotning II andaðist í gjár.

Í brævinum skrivar løgmaður millum annað, at Drotningin í meiri enn sjey áratíggju var ímyndin av trúskapi og tign í einum alsamt umbroytiligum heimi.

Vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri ynskir løgmaður at veita samkenslu til bretska Kongshúsið, bretsku stjórnina og bretska fólkið.

Brævið kann lesast her.