Sum vit skrivaðu í áðni hevur Starvsfelagið boðað frá, at tey fara í samhugaverkall, sum byrjar klokkan seks týsmorgunin.
Vanliga eru samhugaverkfall 24 tímar, men í fráboðanini verður einki nevnt um tað.
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum at tað er tilvitað, at einki er sett á. Verkfallð byrjar klokkan seks týsmorgunin og verður taka tey tað haðani frá, sigur hann. Tey hava eina fráboðanarfreist upp á 48 tímar til at fara í verkfall, men tað stendur ongastaðni, hvussu leingi eitt verkfall skal vara og tað halda vit okkum til, sigur Súni Selfoss.
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at hetta er spillfeskt og tí eru tey ikki liðug at viðgera málið.
Men hann sigur kortini at tað liggur fast, at málið verður lagt fyri Fasta Gerðarrættin, tí eftir teirra tykki er samhugaverkfallið ólógligt.
Fleiri viðmerkingar hevur hann ikki, tí tey eru ikki liðug at viðgera málið. Tí fær hann heldur ikki sagt, akkurát hvat kravið verður, tá ið málið verður lagt fyri Fasta Gerðarrættin.
Verkfallið rakar starvsfólk á Vága Floghavn, Posta og Føroya Tele