Samherji biður orsaka fyri “óhóskandi handilsrakstur”

Íslendska felagið Samherji hevur eina heilsíðulýsing í Morgunblaðnum í dag, har felagið biður orsaka fyri “óhóskandi handilsrakstur” í Namibia

Sigurjón Einarsson
22. juni 2021 kl. 14:23

Íslendska reiðaríið, Samherji, sum eigur ein fjórðing av einum av størstu føroysku reiðaríunum, hevur verið í altjóða ljósmálanum vegna altjóða mutursgølu um fiskakvotur í Namibia.

Tað var í 2019, at túsundtals skjøl um virksemið hjá Samherja í Namibia, vórðu almannakunngjørd á síðuni hjá WikiLeaks, sum kallast FishRot.

Mutursgølan hevur síðani havt við sær, at politimál eru reist móti felagnum í fleiri londum, og í Namibia eru eisini fleiri leiðandi fólk hjá Samherja ákærd.

Í dag hevur íslendska felagið eina heila heilsíðulýsing í Morgunblaðnum, har felagið biður orsaka fyri “óhóskandi handilsrakstur” í Namibia. Yvirlýsingin er undirskrivað av Þorsteinn Már Baldvinsson, fyrisitingarstjóri fyri Samherja.  

– Vit lata ikki tílíkt henda aftur, ljóðar tað millum annað í yvirlýsingini.

Á heimasíðuni hjá Samherja ber til at lesa eina meira nágreinilig yvirlýsing frá Þorsteinn Már Baldvinsson, har millum annað hetta stendur at lesa:  

– Tað er sjónarmiðið hjá mær og Samherja, at tað ikki varð framt nakað brotsverk í Namibia av okkara starvsfólki, burtursæð frá tí framferð, ið fyrrverandi fyrisitingarstjórin beinleiðis hevur viðgingið og játtað. So mikið meira eigi eg ábyrgdina, sum ovasti leiðari hjá Samherja, fyri, at hesin óhóskandi handilsraksturin fór fram í Namibia. Hetta hevur órógvað okkara starvsfólk, vinir, familjur, handilspartnarar, kundar og onnur í okkara samfelag. Eg eri ógviliga keddur av, at hetta er hent, og eg umberi fyri øllum pørtum, sum alt hetta hevur ført við sær, bæði persónligt og vegna fyritøkuna. Nú er tað týdningarmikið, at einki tílíkt hendir aftur. Tað fara vit at stremba eftir, skrivar fyrisitingarstjórin í yvirlýsingini.

Øll yvirlýsingin kann lesast her.