Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 130 kr. um mánaðin frá 1. januar 2025. Tað svarar til eina hækking á 2,1% soleiðis at eftirlønin fer frá 6.325 kr. um mánaðin í 2024 til 6.455 kr. um mánaðin í 2025. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 77.460 kr. Ásetingin er galdandi fyri árið 2025.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2023 vóru útgoldnar 675 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2024 er mett til umleið 714 mio. kr. og til 792 . mió. kr. í 2025.
Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo