– Eg haldi, at í roynd og veru hevur samgongan ikki dirvið til at taka eina avgerð um fiskivinnusamstarvið við russarar.
Tað helt Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og ein av okkara fremstu politikarum í ein mansaldur. Og tað segði hann í sendingini, Stjórnin, á FM1.
Tað dregur út at taka eina avgerð og hann heldur at tá ið samgongan drálar so nógv við avgerðini, er tað tekin um, at tey hava ikki dirvið til at taka eina avgerð.
Hann heldur, at eitt, sum hevur forpestað málið, er at samgongan brúkti langa tíð upp á at gera eina frágreiðigin um fyrimunir og vansar við samstarvinum við Russland.
Men frágreiðingin er loynilig, tí samgongan vil ikki fortelja nøkrum hvør niðurstøðan er - heldur ikki Løgtinginum.
Hinvegin heldur hann, at hetta er helst eitt úrslit av, at tað er vinnilívið, sum hevur tikið hvørkratak á Løgtinginum, so at tey ikki klára at standa ímóti. Og hann heldur, at tað er harmiligt, at Løgtingið letur seg kúgað av vinnulívsmonnum.
Heðin Zachariasen, sum eisini er fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður, staðfestir, at í hvussu so er, er endamálið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanlandsmálum, púra miseydnað.
Hann legði stóran dent á, at Føroya Løgting skuldi tala við einari rødd í hesum máli, men tað verður av ongum, tí Løgtingið er kloyvt í hesum máli, kanska fer tað enntá í tríggjar partar.
– Hetta málið er so eitrandi, at vit kunnu sita eftir við tveimum, ella trimum uppskotum um, hvat skal gerast við russarasáttmálan, sigur Heðin Zachariasen.
Hann heldur, at hetta er stak óheppið fyri samgonguna og hann heldur, at tað er ein spurningur um Løgmaður kann liva við hesum.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at nú hevur samgongan bølt oman á hesum málinum í eitt samfult ár, men tey eru enn í akkurát somu støðu, sum fyri einum ári síðani.
Hann vísir á, at upp undir seinasta vald høvdu Tjóðveldisfólk eina greiða støðu um, at samstarvið við russarar skuldi slítast.
Men flokkurin fór í tvíningar í hesum máli, tá ið Eirikur í Jákupsstovu, sum býr í Klaksvík, har skipini eru, segði nakað annað.
Hann spyr um roynt verður at gera eina semju um at seta russarum onkrar treytir. Men hann heldur, at so er spurningurin, hvat russarnir siga.