Nú klokkan 13 var tíðindafundur í Tinganesi, har søgulig semja varð undirskrivað millum samgonguna og partar av andstøðuni.
Í Føroyum er tað ikki ofta, at talan er um breiðar politiskar semjur av hesum slagnum. Eitt nú í fiskivinnumálum hava tað verið samgongur, sum einsamallar hava tikið undir við lógaruppskotum, og tá so samgonga og andstøðu hava skift um pláss, so hevur lógin verið fyri víðfevndum broytingum.
Í fyrstu atløgu vann uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum um gjøld á avlivinnuna ikki frama í tinginum. Sambandsflokkurin og serliga framsøgumaðurin í vinnumálum Erhard Joensen gav tó til kennar, at tað áttu at verið vánir fyri semju, sum fleiri flokkar enn bara samgonguflokkarnir tóku undir við.
Og nú hava samgonguflokkarnir – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn – saman við Sambandsflokkinum og eftir samráðingar í umleið eitt hálvt ár skrivað undir semju um endurskoðaða skipan fyri gjøld frá alivinnuni.
In.fo skrivar, at tvørpolitiska semjan fevnir um eina skipan, ið ætlast at røkka tvørtur um valskeið.
Skipanin verður tvíliðað skipan, sett saman av ávikavist tøkugjaldi og einum serskatti á yvirskot hjá alifeløgum.
Tøkugjaldið verður ein stigi, ið byrjar frá 0,5% og endar á 7,5% í mun til altjóða laksaprísin. Og serskatturin verður 8% av yvirskotinum hjá alifeløgunum.
Flokkarnir eru samdir um, at skipanin skal tryggja landinum eitt rímuligt og rættvíst gjald fyri rættin at ala í Føroyum, og samstundis tryggja vinnuni ein støðugan karm, ið gevur best møguligt grundarlag at leggja virksemið til rættis og tryggja altjóða kappingarførið.
Skipanin skal ikki stýra atferðini hjá vinnuni. Hon skal vera einføld at umsita, tryggja gjøgnum skygni og leggja upp fyri teimum vansum og avbjóðingum, sum kunnu taka seg upp.