Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við uppskotinum hjá samgonguni at hækka prísin á heilivági, tí tað kemur bara at ganga útyvir tey, ið eru ringasta fyri.
Hetta er ikki einasta byrðan, samgongan leggur á okkara land. Í hesum føri á fólk, ið hava tørv á heilivági.
Fólk, sum eisini fáa røð av øðrum rokningum frá landsstýrinum at rinda.
Sitandi samgongan hevur eina rúgvu av avgjaldshækkingum og lítið skiljandi spariuppskotum.
Bæði persónar og vinna standa fyri skotum.
Fyri persónar:
Hækka bensin-og dieselavgjald
Hækka brennioljugjald
Hækka el-prísin
Hækka kringvarpsgjaldið
Minka stuðulin til avlamisbil
Hækka egingjaldið á heilivág
Tey allar lægstløntu fáa hópin av avgjaldrokningum, men ongan skattalætta. Harafturat velur samgongan at lækka teirra orkustuðul úr 12.000 kr.í ár niður í 5.000 kr.næsta ár
Sum einasti bólkur er samtykt, at lestrarstuðulin ikki skal prístalsjavnast í 2024
Útvald siglandi skulu,sum tey einastu,ið arbeiða heimanífrá, missa frádráttir.
Sjómannafrádrátturin skal skerjast
Og frádráttir hjá útisiglarum skulu takast burtur
Men:
Vælbjargaði skulu hava stóran skattalætta
Akademikarar hava í krónum fingið dupult so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar og Yngri læknar fáa tríggjar ferðirso stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar
Sendifólk skulu umframt serskipan av ovurstórari skattafríari viðbót fyri maka og børn, eisini hava barnafrádrátt
Fyri vinnuna eru rokningarnar stórar:
4-falding av toppskattinum á alivinnuna, sum longu hevur kostað 140 arbeiðspláss
Munandi hækking av tilfeingisgjaldi á fiskivinnuna og teirra manningar, upp í 36% av landingarvirðinum, t.v.s.áðrenn hýrur og útreiðslur
Revsitiltøk móti Russlandi, sum bara raka føroyska veitaravinnu og tað meint
Hækka bensin-og dieselavgjald
Hækka brennioljugjald á vinnuna úr 0 upp til 100 oyru/ltr.
Hækka tungoljugjald
Hækka el-prísin munandi á vinnuna
Nýtt stórt avgjald á F-gass•Vinnan skal rinda fyri 7 teir fyrstu sjúkradagarnar í mun til 2 nú
Vinnan skal rinda størri part av løn til lærlingar, tá teir eru í skúla
Meirilutin heldur, at øll átøkini hjá landsstýrinum gera Føroyar til eitt verri og ójavnari samfelag.
Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin,
Árni Skaale, Fólkaflokkurin,
Johan Dahl, Sambandsflokkurin,
Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin