Samfylkingin verður størsti flokkur í Íslandi

Altingsval verður í Íslandi leygardagin 30.november. Talan er um val í ótíð, eftir at sitandi forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, úr Sjálfstæðisflokkinum, 13. oktober gjørdi av at slíta ríkisstjórnarsamstarvið vegna innanhýsis ósemju og útskrivaði nýval.

Leivur Hansen
26. november 2024 kl. 19:00

Altingsval verður í Íslandi leygardagin 30.november.

Talan er um val í ótíð, eftir at sitandi forsætisráðharrin, Bjarni Benediktsson, úr Sjálfstæðisflokkinum, 13. oktober gjørdi av at slíta ríkisstjórnarsamstarvið vegna innanhýsis ósemju og útskrivaði nýval.

Val skuldi annars ikki vera fyrrenn um eitt ár.

Ósemjan í stjórnini snúði seg m.a. um innflyting og orkupolitikk.

Bjarni Benediktsson hevur bert sitið sum forsætisráðharri síðani apríl í ár, tá hann tók við eftir Katrín Jakobsdóttir, úr Vinstru Grønu, sum hevði verið forsætisráðharri síðani 2017, men valdi at leggja frá sær og stilla upp til forsetavalið ístaðin. 

Har gjørdist hon ov stutt og hevur nú tikið seg úr politikki eftir 22 ár á altingi.

Umframt Sjálfstæðisflokkin og Vinstru Grønu hevur Framsóknarflokkurin verið við til at myndað sitandi stjórn.


Vinstru Grønu hvørva

Teir tríggir flokkarnir ganga allir munandi aftur – Vinstru Grønu røkka enntá ikki upp um tinggáttina sambært seinastu veljarakanningini frá 15. november, ið gevur andstøðuflokkinum Samfylkingini stóra undirtøku.

Flokkurin verður sambært kanningini størsti flokkur á altingi við 22,4% av atkvøðunum og 17 sessum (ein framgongd upp á 12% og 11 sessir).

Viðreisn fær sambært kanningini 21,5% og 14 sessir (+13,2% og +9 sessir).

Miðflokkurin fær 15,5% og 11 sessir (+10%/+8 sessir).

Sjálfstæðisflokkurin fær 12% og 8 sessir (-12,4%/-8 sessir).

Flokkur fólksins fær 10,2% og 7 sessir (+1,3%/+1 sess).

Framsóknarflokkurin fær 5,6% og 3 sessir (-11,7%/-10 sessir).

Sosialistaflokkur Íslands fær 5,2% og 3 sessir (+1,3%/+3 sessir).

Piratar 3,4% og ongan sess (-5,2%/-6 sessir).

Vinstru grønu 2,4% og ongan sess (-10,2%/-8 sessir).

Samanlagt fáa teir tríggir núverandi stjórnarflokkarnir 20% av atkvøðunum og missa samanlagt 34,3% og 26 tingsessir.

32 tinglimir skulu til fyri at fáa meiriluta í altinginum, har 65 sessir eru tilsamans.