Samferðslan darvað av vindi
Tvær ferjur hjá Strandferðsluni avlýsa í dag
Áki Bertholdsen
13. november 2024 kl. 09:04
Tað verður fitt av vindi í morgun og tað darvar siglingini hjá Strandferðsluni. Hann sigur upp í 19 metrar um sekundið í hvirlunum av vestri og tað er nokk til at bæði Smyril og Sildberin avlýsa túrar í dag.
Í hesum sambandi er øll sigling við Sildberanum upp á Skúgvi avlýst í dag og Smyril hevur avlýst túrin av Havnini í morgun og sostatt siglur hann heldur ikki av Krambatanga aftur klokkan 11.30.
Hinvegin minkar vindurin aftur seinnapartin og tá er væntandi, at Smyril aftur fer at sigla eftir ferðaætlanini.
Tey, sum hava bílagt bilpláss á túrunum, sum eru avlýstir, fáa pengarnar aftur.