Sambandsflokkurin leggur uppskot fram um sjálvstýri til Føroya

Men ríkisfelagsskapurin skal kortini varðveitast

Áki Bertholdsen
27. juli 2024 kl. 11:00

- Føroyar skulu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Tað er høvuðsboðskapurin í einum nýggjum uppskoti, sum Sambandsflokkurin nú fer at leggja fram, tá ið arbeiðið í Løgtinginum verður tikið upp aftur.

Hetta uppskotið, tey nevna »Nýtt Samband«, leggur upp til at ríkisfelagsskapurin skal nútímansgerðast, sigur flokkurin.

– Støðan í heiminum er broytt og Føroyar verða alsamt sjónskari á heimskortinum og tað, at vit mugu taka størri ábyrgd av okkara uttanríkispolitikki, okkara trygdarpolitikki og okkara verjupolitikki, sigur Sambandsflokkurin.

– Tað er neyðugt at laga seg til nútíðina og veruleikan, vit liva í, staðfesta tey.

 

Sambandsflokkurin kemur tí við einum uppskoti um at dagføra og nútímansgera ríkisfelagsskapin, so at vit fáa røttu karmarnar at arbeiða undir.

Í meiri enn 75 ár hevur heimastýrislógin verið støðið undir at vit hava ment eitt sterkt og sjálvbjargið, føroyskt vælferðarsamfelag, sigur Sambandsflokkurin.

– Hon hevur tænt okkum væl, men nú er tørvur á at byggja víðari. Tað vil Sambandsflokkurin gera við eini nýggjari sjálvstýrislóg, sum er lagað eftir nútíðini, og sum kann taka okkum inn í framtíðina, er boðskapurin frá Sambandsflokkinum.

Tað merkir at ríkisfelagsskapurin skal nútímansgerast so at Føroyar skulu vera eitt sjálvstýrandi land í ríkinum, sigur Sambandsflokkurin.