Sambandsflokkurin á Fólkatingi sett gongd á málið um talgild koyrikort

Í mínum hugaheimi eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurningur

Anna Falkenberg
19. februar 2025 kl. 11:32

Tað vóru gleðilig tíðindi at frætta, at Dennis Holm og føroysku myndugleikarnir eru sinnaðir at arbeiða saman við donskum myndugleikum, so tey føroysku talgildu koyrikortini kunnu brúkast í Danmark og umvent.

Í svari uppá fyrispurning í løgtinginum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, at arbeiðið at viðurkenna føroysk talgild koyrikort í Danmark longu er byrjað, og arbeiðið í Føroyum byrjar í næstum.

Fólkatingskvinnan fyri Sambandsflokkin hevur fleiri ferðir heitt á Thomas Danielsen, ferðslumálaráðharra í Danmark, um at fremja broytingar, soleiðis at talgildu føroysku koyrikortini verða viðurkend í Danmark, samstundis, sum tey donsku verða góðkend í Føroyum.

Í juni 2024 skrivaði Anna Falkenberg, aftaná at hava sett seg í samband við Thomas Danielsen, soleiðis:

”Í mínum hugaheimi eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurningur, tí hvør kann vera ímóti, at eitt danskt talgilt koyrikoyrt kann brúkast í Føroyum, tá danir eru sinnaðir at góðkenna føroyska koyrikortið í talgildu skipanini í Danmark.”

”At beina fyri markaforðingum millum Føroyar og Danmark hevur allatíð verið eitt hjartamál hjá mær, og tí leggi eg eisini nógva orku í at beina fyri smáum, praktiskum forðingum, sum munandi lætta um gerandisdagin hjá føroyskum borgarum í Føroyum og Danmark. Tí fegnist eg um, at floksmaður mín, Johan Dahl, hevur lyft málið í Løgtinginum, og at Dennis Holm er sinnaður at broyta hesi viðurskifti.” – sigur Anna Falkenberg.