Fríggjadagin 30. august 2024 var hátíðarhald hjá Reyða Krossi Føroya, tí samarittarnir gjørdust 25 ár.
Tað skrivar Betri.
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging bar teimum eina kvøðu og føðingardagsgávu.
Her er føðingardagsheilsanin frá Ingunn Eiriksdóttir:
"Góðu samarittar
Hjartaliga til lukku við teimum 25 árunum.
25 ár av tryggleika. Hvussu kann man gera tað upp?
Skal tað málast eftir, hvussu ofta tit hava lagt forbindingar um keiktar føtur ella skøvningar?
Skuldu vit mált tað eftir, hvussu ofta tit hava tikið hond um ung sum eldri, sum hava fingið nakað nógv av sterkum niðurum?
Hvussu ofta tit hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp? Ella hvussu ofta tit hava ringt eftir sjúkrabilinum?
Og hvussu kunnu vit gera status yvir tann tryggleikan, sum vit øll kenna, bara við at síggja tykkara eyðkendu reyðu klæði úti til tiltøk? At vita, at onkur er, sum tekur hond um okkum og okkara, um alt ikki skuldi gingið eftir ætlan. Hvussu kann tað gerast upp?
Nei. Tað ber jú heilt einfalt ikki til. Ikki á nakran hátt.
At so nógv vælútbúgvin fólk javnan brúka sína tíð til at skapa tryggleika fyri okkum onnur – og hjálpa okkum – ja, tað er einki minni enn fantastiskt. Serliga tá ið hugsað verður um, at tit gera tað frívilligt.
Og tá ið vit hugsa um, hvussu væl útbúgvin tit eru, og hvussu væl tit duga at hjálpa – ja, so verður tað bara enn meiri fantastiskt.
So stóra, stóra takk fyri tað!
Vanliga sigur man, at tey, sum fylla 25 ár og enn eru ógift, skulu fáa kanel.
Eg fari tó ikki at geva tykkum kanel – tí vit fara nevniliga at halda fram sum høvuðsstuðul, og tað fegnast vit um.
Og so fáa tit eisini eitt sindur til at hátíðarhalda 25 ára dagin fyri.
Hjartaliga til lukku – og hjartalig takk fyri tykkara góða, stóra og tryggleikaskapandi virksemi."