Sámafólkið í Norra hevur biðið Danmark um at fáa eina heilaga trummu aftur, ið varð tikin í sambandi við eitt rættarmál um heksavirksemi í 1691.
Shamanurin Anders Poulsson átti trummuna, ið varð tikin, tá Poulsson varð handtikin og settur í fongsul. Trumman var í varðveitslu hjá donsku kongafamiljuni fram til 1849, tá trumman varð flutt á danska tjóðsavnið. Av somu orsøk hevur sámafólkið heitt á Margretu drotning um hjálp at virka sum millumliður at fáa trummuna aftur til Sámaland.
Trumman hevur verið á láni í sámasavninum í Karasjok í Norra síðan 1979, men lánsavtalan gongur út 1. desember, og tá er ætlanin, at trumman skal aftur til Danmarkar.
Sámasavnið hevur kortini biðið danska tjóðsavnið um at fáa ognarskap yvir trummuna aftur, men sambært The Guardian hevur hetta ikki latið seg gjørt enn, tí tílíkar avtalur skulu góðkennast av danska mentamálaráðharranum.
Trumman hevur serligt heilagt og mentanarligt virði fyri sámar, sigur Aili Keskitalo, stjóri á sámasavninum í Karasjok, og hann heldur, at tílíkur mentanararvur skal vera har, sum sámar kunnu síggja og granska hann.
Bert fáar tílíkar trummur eru eftir, og tær flestu liggja á savnum í Evropa, sigur The Guardian.
Sámatingið vísir eisini til ST sáttmálan um rættindi hjá upprunafólki at eiga teirra egnu mentanardýrgripir.
Margreta drotning hevur ikki latið við seg koma um trummuna enn.