Samanstoytur millum bretskt herskip og russiskan kavbát í Norðuratlantshavi

Eitt bretskt krígsskip varð rakt av einum russiskum kavbáti, meðan skipið var á eftirlitsferð í Norðuratlantshavi, váttar bretska verjumálaráðið

Sigurjón Einarsson
7. januar 2022 kl. 14:46

Herskipið hjá bretska Royal Navy – HMS Northumberland – hevði leitað eftir kavbátinum, eftir at tað hvarv á radaranum, tá kavbáturin brádliga rakti ekkoloddið, sum skipið sleipaði eftir sær.

Tað skrivar BBC.

Hetta hendi, meðan bretska herskipið var á eftirlitsferð, nærhendis pólarsirkulin í Norðuratlantshavi í endanum av 2020, tá eitt bretskt sjónvarpslið, sum filmaði til ein heimildarfilm, fangaði løtuna, tá samanstoyturin hendi.

Bretska verjumálaráðið viðmerkir annars ikki hermálsligar ferðir, men tað hevur ráðið gjørt nú, tí hendingin er fangað á film, nú bretska Channel 5 sendir dokumentarrøðina “Warship: Life at Sea”.

Eitt framsøgufólk hjá verjumálaráðnum sigur, at “í endanum av 2020 kom ein russiskur kavbátur í nærsamband við HMS Northumberland, men tað er ikki sannlíkt, at samanstoyturin var við vilja.

Bretska verjumálaráðið sigur, at herskipið fann kavbátin við hjálp frá sínum array-ekkoloddi – sum er eitt langt rør við hydrofonum á, ið skipið sleipaði eftir sær.

Merlin-tyrlan á HMS Northumberland hevði sá síðan eitt periskop á vatnskorpuni, áðrenn kavbáturin kavaði og rakti ekkoloddið á bretska herskipinum.

Hendingin er við í dokumentarrøðini, har filmsfólkið hava filmað løtuna, tá ein av manningini brádliga rópar:

– Hvat fanin var hatta fyri nakað?  

Tað er ikki greitt, hvat fyri skaða russiski kavbáturin fekk, men krígsskipið mátti venda við og sigldi til Skotlands, har ekkoloddið mátti skiftast út við eitt nýtt.

Aktiviteturin kring Arktis av russiskum kavbátum er øktur nógv seinastu árini, og millum annað Royal Navy er á regluligum eftirlitsferðum í Norðuratlantshavi.