Samanleggingar-listin tapti valið í Hvalba

Hann fekk ikki meirilutan í býráðnum

Áki Bertholdsen
12. november 2024 kl. 21:38

Tað er nú greitt, listin, sum stillaði upp til valið í Hvalba við tí endamáli at leggja saman við Tvøroyri, fekk ikki meirilutan. 

Í summar var fólkaatkvøða í Hvalba um at leggja saman við Tvøroyri, men tað var ikki meiriluti fyri tí. 

Men borgarstjórin í Hvalba, Janus Thomsen, gjørdi greitt, at hann fór at gera ein lista við tí endamáli at fáa undirtøku fyri at leggja saman við Tvøroyri.

Men tann royndin miseydnaðist, tí listin fekk ikki meiriluta. Samanleggingarlistin, Listi A, fekk tríggjar av teimum sjey bygdaráðslimunum og listi B, sum kallaði seg Felagslistin, fekk fýra bygdaráðslimir og sostatt fekk hann meirilutan.

Fyrst valdur á Felagslistanum er Ronni Hammer við 44 atkvøðum og hann sigur við KvF, at hann ætlar sær at verða borgarstjóri.

Annars er nývalda bygdaráðið er.