– Nú mugu politikararnir upp í leikin og leggja Suðuroynna saman í eina kommunu.
Tað heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Og tað sigur hann eftir at enn ein roynd at fáa kommunur í Suðuroy saman, fekk mønustingin í gjár, tá í hvalbingar og sandvíkingar torpederaðu ætlanina at leggja saman við Tvøroyri.
Hetta er bara tann seinasta av fleiri miseydnaðum royndum at leggja kommunur í Suðuroy saman, tí tosað hevur verið um samanlegging í meiri enn 20 ár.
Men tað kemur altíð okkurt í vegin, sum hevur beint fyri ætlanini og veruleikin er, at - í hvussu so er í summum kommunum - er ikki meiriluti fyri at leggja kommunur saman.
Hinvegin eru tað eisini nógv sum siga, at verður øll oyggin løgd saman, høvdu tey verið við upp á tað.
Men higartil er tað ikki sloppið at standa sína roynd, tí fleiri bý- og bygdaráð hava ikki verið sinnað at hava fólkaatkvøðu um málið.
Hinvegin hava landspolitikarar ikki viljað lagt kommunur saman við lóg. Teir hava havt tað áskoðan, at eingin skal tvingast at leggja saman, tí skulu samanleggingar vera, skulu tær verða sjálvbodnar.
Hinvegin kann tað staðfestast, at í Suðuroynni vísa allar pílar niðureftir og gongdin í Suðuroynni er beinleiðis hættislig.
Fólkatalið minkar í Suðuroynni, samstundis sum at fólkatalið veksur alla aðrastaðni í landinum.
Samstundis er talið á børnum, sum verða fødd, ógvuliga fá, so oyggin er av álvara á eini vandakós.
– Tað fer aldrin at henda, at kommunurnar í Suðuroynni fara at leggja saman sjálvbodnar, sigur Kristin Michelsen.
Hann vísir á, at nú hava royndir verið gjørdar í eini 20 ár at leggja kommunur saman, men alt til fánýtis
Hinvegin heldur hann, at hendan gongdin kann ikki halda fram. Tí heldur hann, at nú er stundin komin, at landspolitikararnir leggja upp á og leggja Suðuroynna saman í eina kommunu.
Hann heldur, at ætlanin er at fara undir Suðuroyartunnilin, eiga landspolitikararnir at gera greitt fyri Suðuroyingum, at ein treyt fyri at fara undir tunnilin, er, at Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu.