Samanbrestir hava verið millum mótmælisfólk og løgreglufólk í høvuðsstaðnum í Georgia, Tblisi, eftir at undirtøka hevur verið í georgiska tjóðartinginum fyri at samtykkja lóggávu, ið eftir øllum at døma fer at gera tað torførari hjá miðlum og øðrum almannagagnligum felagsskapum at virka í landinum.
Mótmælisfólk við georgiskum fløggum og ES fløggum vístu á sína ónøgd uttan fyri tingsalin í Tblisi, og løgreglan nýtti bæði vatnkanónir og táragass fyri at fáa tamarhald á fjøldini.
Uppskotið, ið hevur verið fyri hørðum atfinningum bæði í og uttanfyri Georgia, fer at krevja, at óheftir miðlar og almannagagnligir felagsskapir uttan tilknýtið til georgisku myndugleikarnar, sum fáa meira enn 20 prosent av fígging teirra úr útlondum, skulu lýsa seg sjálvar sum ”útlendskar agentar”.
Talan er um lóggávu, ið ikki er ókend eystanfyri, og lond sum Hvítarussland, Tadjikistan og Azerbadjan hava longu samtykt líknandi lóggávu, sum hevur sín uppruna í Russlandi, har hon eisini er galdandi.
Andstøðingar vilja vera við, at uppskotið hevur til endamáls at kroysta óheftar miðlar og sivilsamfelagið sum heild.
Samstundis er Georgia eitt av londunum, ið hevur biðið um ES limaskap, og nýggja uppskotið er í sterkari andsøgn við evropeisku virðini, sigur uttanríkisstjórin í ES, Josep Borell, sambært BBC.
Forsetin í Georgia, Salome Zourabichvili, hevur sagt seg stuðla mótmælunum, meðan forsætisráðharrin, Irakli Kobakhidze, hvørs flokkur stuðlar uppskotinum, vil vera við, at talan er um ein myrkan dag fyri georgisku andstøðuna.