Ongi úrslit

Samanber við Afganistan: Nú ávarar hann Trump

Bretski forsætisráðharrin ávarar ímóti at byrja samráðingar um frið í Ukraina uttan Ukraina og ES

Ragnar Sjúrðarson
Í gjár kl. 21:04

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sendir nú eina beinleiðis ávaring til amerikanska forsetan, Donald Trump.

Starmer óttast fyri, at Ukraina kann gerast eitt nýtt Afganistan.

Hetta skrivar The Sun.

Starmer sigur:

- Vit kunnu ikki hava eina støðu sum í Afghanistan, har USA samráddist beinleiðis við Taliban og útihýsti afgansku stjórnini.

- Eg eri vísur í, at Trump forseti eisini fer at sleppa undan tí.

Bretski forsætisráðharrin vísir til ruðuleikan, sum var, tá undanmaðurin hjá Trump, Joe Biden, gav boð um at taka afganskar herdeildir aftur í Afghanistan eftir fleiri áratíggju.

Ein avgerð, sum Trump hevur kritiserað hvassliga.

Starmer hevur lovað, at bretskir hermenn fara at hjálpa til við at tryggja eina og hvørja friðaravtalu, sum amerikanski forsetin kann gera, men leggur dent á, at krígsherjaða landið ikki má blakast í somu vanlukku sum Afghanistan.

Starmer luttekur á kreppufundinum týsdagin, sum franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur kallað inn, eftir at tað kom fram, at Donald Trump var samdur við Vladimir Putin um at byrja samráðingar um frið í Ukraina – yvir høvdini á ES og Ukraina.

Umframt franska luttøku luttaka stjórnarleiðarar úr Týsklandi, Stóra Bretlandi, Póllandi, Spania, Danmark, Hollandi og Italia.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41