Sámal er nýggjur roknskaparleiðari

Vestmanna kommuna hevur sett Sámal Joensen í starv sum roknskaparleiðara

Mynd: Vestmanna kommuna
Jóannes Hansen
31. januar 2024 kl. 19:18

Vestmanna kommuna hevur sett Sámal Joensen sum nýggjan roknskaparleiðara frá 1. mars 2024.

Sámal er 46 ára gamal og vestmenningur. Hann er útbúgvin bankamaður, og hevur, umframt bankaútbúgvingina, tikið aðrar viðkomandi útbúgvingar innan bankavirksemi.

Sámal hevur drúgvar royndir í ymiskum størvum í bankavinnuni og seinni sum roknskaparfólk hjá Heimatænastuni í VEKS.

Seinastu nógvu árini hevur hann eisini verið virkin í valnevndum og ítróttar- og áhugafelagsskapum í heimbygdini.

-Eg eri sera spentur at fara undir nýggju avbjóðingina og gleði meg at gerast partur av umsitingini og harvið verða við til at arbeiða fyri borgarunum í Vestmanna, sigur Sámal Joensen.við fb síðuna hjá Vestmanna kommunu.