Sama søga

Tað gongur ikki illa hjá føroysku telvarunum í krútsterku EM-stevnuni í Montenegro, tó at vit hava tapt allar dystirnar higartil. 

Føroyska liðið hevur ongan tiltaksmann í Montenegro. Hesir fýra mugu tí telva allar níggju dystirnar fyri Føroyar. F. v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.
Ragnar Sjúrðarson
14. november 2023 kl. 22:25

Triðja dagin á rað taptu okkara menn 2½-1½. Hesaferð møttu vit eykamonnunum hjá vertstjóðini. Tað endaði aftur javnt á trimum av fýra borðum. Men so tapa vit fjórða talvið og harvið dystin.

Í dag var tað Rógvi Egilstoft, sum lá eftirá. Rógvi hevur annars verið ósigraður í kappingini higartil. Mótstøðumenninir høvdu hægri styrkitøl á fremstu trimum borðunum, men mótstøðuliðið er bara eitt pláss ovari enn vit í styrkismetingini.

Martin Poulsen fekk eitt kærkomið remis í dag. Hann hevði svarta fólkið móti altjóða meistara við væl hægri styrkitali, men í dag hepnaðist tað, sum mishepnaðist í gjár.

Høgni og John halda fast um góðu gongdina, og fingu báðir remis.

4. umfar - 14. november (EM Montenegro)


Skotland í morgin

Í fimta umfari í morgin fær føroyska liðið ein týðandi lykladyst. Vit møta Skotlandi, sum er annað av liðunum í kappingini, ið er styrkismett aftari enn vit. Skotar hava ikki allar sínar fremstu telvarar við í Montenegro. 

Altjóða meistarin Andrew Muir, sum er á 1. borði, er í løtuni nummar sekstan á skotska styrkilistanum. Sterkasti telvari í Skotlandi er stórmeistarin Jonathan Rowson. Hansara styrkital er 2538. Okkara stórmeistari, Helgi Dam Ziska, hevur styrkitalið 2548. 

Vónandi fer at bragda hjá okkara monnum í morgin. Ein sigur á Skotlandi hevði fløvað.

Spenningur

Tað gongur annars javnt á í oddastríðnum. Týskland, Armenia og Pólland eru fremst, men fleiri lond anda í nakkan á teimum.

Úrslit í dag:Týskland-Pólland 2-2

Holland-Rumenia 2-2

Armenia-Ísrael 3-1

Kroatia-Aserbadsjan 2½-1½

Turkaland-Ongland 1½-2½

Grikkaland-Spania 2½-1½

Frakland-Italia 1½-2½

Finnland-Norra ½-3½

Ísland-Ungarn 1½-2½

Danmark-Belgia 3-1

Svøríki-Albania 3-1

Kosovo-Skotland 3½-½