Saltimport fær sína fyrstu last av salti

Nýtt felag heldur fram við virkseminum í bygninginum hjá MJ-saltsøluni á Toftum

nes.fo
19. juli 2024 kl. 18:00

Frá 1. juli 2024 hevur MJ-saltsølan á Toftum fingið loyvi frá Nes kommunu at framleiga sín virkisbygning á havnalagnum. Tað er eitt nýstovnað felag, Saltimport við Tórhalli Thomsen, sum leigar og fer at brúka bygningin til sama virksemi, sum hevur verið har áður.

Í morgun kom so fyrsta lastin, á leið 5.000 tons av salti til Toftir og nýggja felagið.