Sálmar í nýggjum hami í Norðurlandahúsinum
Norðurlandahúsið verður í kvøld karmur um eitt øðrvísi slag av sálmasangi
Guðrun í Jákupsstovu
24. oktober 2017 kl. 10:13
500 ár eru liðin síðan trúbótina, og í samband við hetta bjóðar Norðurlandahúsið í kvøld inn til sálmasang. Tiltakið eitur "Sálmar í nýggjum hami".
Í samrøðu við KVF, sigur Annfinnur Heinesen, at tónleikararnir ið skulu framføra til tiltakið fingu eina uppgávu, og tað var at velja sær ein sálm, at tulka av nýggjum.
Av teimum ið skulu framføra er millum annað, Greta Svabo Bech, Teitur Lassen, Niels Midjord, Annika Hoydal, Sissal Grækarisdóttir Magnussen, Niels Midjord og Jón Aldará.
Summi teirra hava royndir við at spæla sálmar og onnur teirra hava aldrin gjørt tað fyrr.