Sambært AP, er Salman Rushdie blivin stungin, tá hann skuldi halda fyrilestur í Chautauqua, ið liggur í amerikanska stakríkinum New York.
Tíðindastovan AP hevur ein tíðindamann á staðnum, sum boðar frá, at ein maður leyp ein maður upp á pallin, har Salman Rushdie skuldi hava fyrilestur, og stakk hann við knívi, meðan Rushdie bleiv presenteraður fyri fjøldini.
Bretskt-indiski rithøvundurin small í gólvið. Ein maður er afturhildin í samband við støðuna.
Í skrivandi stund er ikki vitandi, hvussu støðan hjá Salman Rushdie er.
Fólk koma Salman Rushdie til hjálpar (Mynd: AP)
Rithøvundurin skrivaði í 1988 bókina “Tey Satanisku Ørindini”, ið varð fordømd av prestastýrinum í Iran í 1989 sum blasfemisk.
Táverandi leiðarin í Iran, Ayatolla Khomeini, sendi út eini átrúnaðarlig boð, eina fatva, sum segði, at Rushdie skuldi drepast.
Salman Rushdie, sum gjørdist 75 ár í juni í ár, hevur seinastu 33 árini livað við deyðshóttanum.