Salman Rushdie ikki longur knýttur at andingartóli

Bert tveir dagar eftir knívstunguna í New York er Salman Rushdie ikki longur í andingartóli

Steinar Patursson
15. august 2022 kl. 14:21

Salman Rushdie er ikki longur knýttur at andingartóli og hevur megnað at tala nøkur fá orð fyri familju sínari.

Tað boðar Washington Post frá.

Tað var fríggjadagin, at Rushdie varð álopin og stungin við knívi í minsta lagi 10 ferðir, meðan hann var á einum palli í New York.

Støðan hjá Rushdie var um vikuskifti álvarsom, men í gjár varð hann knýttur úr andingartólinum. Talan er kortini um álvarsamar løstir, tí Rushdie varð stungin tríggjar ferðir í hálsin, fýra ferðir í magan, umframt at hann fekk løstir í høgra eyga, bringuna og annað lærið. Vandi er fyri, at Rushdie missir høgra eyga.

Umboðsmaðurin hjá Rushdie, Andrew Wilye, vil vera við, at leiðin til afturmenning hjá Rushdie er byrjað.

Álopsmaðurin var 24 ára gamli Hadi Matar, ið varð handtikin stutt eftir álopið. Løgreglan í New York arbeiðir í løtuni við at fáa staðfest, hvør orsøkin var til álopið.

Salman Rushdie hevur annars livað eina óvissa tilveru, síðan hann í 1988 gav út bókina Satanisku Ørindini. Bókin fekk øði í stórar partar av konservativa muslimska heiminum, og í 1989 kunngjørdi Ayatollah Khomeini, evsti prestamyndugleiki í stýrinum í Iran, eitt sokallað fatwa, ið álegði muslimum kring allan heim at gera av við Rushdie.