Í gjárkvøldi tók Eir í Ólavstovu ímóti bæði áskoðara- og geytavirðislønini fyri heimildarfilmin Sálarkvøld.
Sálarkvøl er um listakvinnu og ungdómsvinkonu Eir, Elin Josefina Smith.
- Tá man stendur her, skal man siga takk til ymisk fólk. Og fyrst og fremst vil eg siga takk til Elin Smith. Eg haldi, at vit skulu geva henni eitt klapp, sigur Eir í sínari talu, og salurin tekur heilhjartað undir við henni.
Runavíkar kommuna læt 40.000 krónur fyri Geytan, og Tórshavnar kommuna læt 30.000 krónur fyri áskoðaravirðislønina. Tískil kundi Eir í Ólavstovu fara heim við 70.000 krónum í gjárkvøldi.
Sálarhvøl hevur verið vístur í sjónvarpinum í fullari longd. Men til Geytan varð heimildarfilmurin styttur, so hann lutaði treytirnar fyri hámarkslongd á tretivu minuttir.
Dómsnevndin, sum valdi Sálarkvøl til geytavinnara, er mannað av:
Rannvá Jónsdóttir (Filmsfelagið)
Hans Petur Hansen (Kringvarp Føroya)
Sakaris Stóra (Føroysk Filmsfólk)
Tina Wagner (Filmshúsið)
Pætur M. Dahl (Klippfisk)
Altjóða limur í dómsnevndini: Valdimar Jóhannson, filmsleikstjóri