Tað var ein óvanlig sjón í gjárskvøldið, tá Mohamed Salah í AFCON-dysti móti Ghana mátti fara út við skaða stutt fyri steðgin.
Egyptiski landsliðsvenjari er nú komin við eini dagføring um skaðan hjá Salah.
- Vit vita ikki hvør trupulleikin er. Eg vóni, at tað ikki er nakar stórur trupulleiki, sigur Rui Vitoria sambært journalistinum hjá The Athletic Simon Hughes.
- Hetta var ein óheppin timing fyri okkum, tí í seinna hálvleiki kundu vit bert fremja tvær útskiftingar.
- Eg haldi ikki, at tað er álvarsamt, men latum okkum síggja, sigur landsliðsvenjarin í síni sparingasomu dagføring.
Tað líktist eini tognan í baklærinum, sum Salah fór út við. Slíkir skaðar taka vanliga nakrar skjótar vikur at koma seg fyri.
Salah hevur stórt sæð aldrin verið skaddur gjøgnum sína yrkisleið, og hann hevur aldrin verið úti í meira enn ein mánað. Tíðin fer nú at vísa, um tað verður øðrvísi hesuferð. Fyribils ljóðar tað ikki so.
Egyptaland hevur fingið tvey stig í sínum tveimum fyrstu dystum í Africa Cup of Nations. Undan seinasta dystinum móti Kap Verde eru møguleikarnir at koma víðari framvegis góðir.
Liverpool spælir sín næsta Premier League dyst sunnudagin. Tá fer Salah undir øllum umstøðum ikki at luttaka. Tað fer hann sannlíkt heldur ikki í teimum báðum steypadystunum móti ávíkavist Fulham og Norwich.
Eftir steypadystirnar bíða tveir Premier League dystir móti Chelsea og Arsenal. Eisini teir dystirnir kunnu koma fyri áðrenn Salah er aftur.