Í dag var 14. umfar í næstbestu deildini, og nú er kappingin meiri enn hálvrunnin.
Skála vann trivaligan heimasigur ímóti B68. Skála er greitt oddalið, og skálamenn kunnu so smátt fara undir fyrireikingarnar til næsta ár aftur at vera partur av bestu deildini. Há teimum næstbestu í B68 sær tað ikki so gott út í løtuni, tí B68 er undir niðurflytingarstrikuni.
Saman við Skála flutti NSÍ í fjør niður í næstbestu deildina. Saman við Skála hevur NSÍ kós ímóti bestu deildini. Í dag eydnaðist tað ikki hjá NSÍ at vinna. Fyri aðru ferð í ár vóru teir næstbestu hjá HB boysnir hjá NSÍ. Fyrr í ár vann HB 5-0 á heimavølli ímóti NSÍ, og í dag endaði tað 1-1 í Runavík.
At fleiri av teimum, sum hava verið fastir menn á besta liðnum síðstu tíðina eru givnir í Víkingi sæst aftur í avrikunum hjá næstbesta liðnum. Víkingarnir í 1. deild stóðu seg fyrr í ár ógvuliga væl, og teir eru framvegis á triðja plássi. Men tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur tað verið meiri striltið. Úrtøkan úr trimum teimum seinastu umførunum tilsaman er eitt stig.
Í dag tapti Víkingur 3-0 á útivølli ímóti B71, sum tykist hava gott tak á Víkingi. Fyrr í ár vann B71 4-2 í Gøtu.
Í Gundadali vann KÍ í dag 2-0. Sigurin lyfti KÍ fram á fjórða pláss við 21 stigum, meðan B36 er á fimta plássi við 20 stigum.
Skála | 14 | 12 | 1 | 1 | 37 | 6 | 37 |
NSÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 33 | 13 | 32 |
Víkingur | 14 | 8 | 1 | 5 | 31 | 21 | 25 |
KÍ | 14 | 7 | 0 | 7 | 23 | 25 | 21 |
B36 | 14 | 6 | 2 | 6 | 33 | 22 | 20 |
HB | 14 | 5 | 3 | 6 | 28 | 23 | 18 |
B71 | 14 | 5 | 2 | 7 | 24 | 27 | 17 |
FC Hoyvík | 14 | 4 | 3 | 7 | 20 | 31 | 15 |
B68 | 14 | 3 | 2 | 9 | 10 | 37 | 11 |
EB/Streymur | 14 | 1 | 2 | 11 | 12 | 46 | 5 |
Máltindurin | |
Steffan A. Løkin NSÍ | 11 |
Tijani Mohammed B71 | 10 |
Marjus Nón Skála | 8 |
Meinhard Janusarson Skála | 8 |
Rani W. Sørensen HB | 8 |
Fríggjadagin 30. juni
NSÍ – B36
B68 – KÍ
Leygardagin 1. juli
EB/Streymur – B71
Víkingur – Skála
HB – FC Hoyvík